Innbrot í Kelduni í Skálabotni

Pengar eru stolnir, men løgreglan hevur spor at ganga eftir

Síðstu nátt hevur innbrot verið í samkomuhúsinum, Kelduni, í Skálabotni.

 

Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá Løgregluni, sigur, at innbrotið varð fráboðað seinnapartin í gjár.

 

Hann sigur, at innbrotstjóvarnir hava brotið eina úrhurð upp og inni í Kelduni hava tey stolið ein pengakassa við einum 10.000 krónum í.

 

Løgreglan kannar málið og Bergleif Brimvík sigur, at innbrotstjóvarnir hava latið spor eftir seg, sum løgreglan nú brúkar í arbeiðnum at uppklára innbrotið.