Løgreglan handtók í nátt tveir ungar mans og eina unga kvinnu fyri innbrot í vesturbýnum í Havn.
Tað var um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan frá nøkrum vitnum um, at innbrot var í INN-handlinum í Grønlandsvegnum.
Løgreglan var skjót á staðnum, og hóast tjóvarnir megnaðu at rýma av staðnum, so elti løgreglan tey og handtóku tey stutt eftir innbrotið. Talan er um tveir ungir mans og eina unga kvinnu, ið vórðu handtikin, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Enn hava ongar avhoyringar verið av teimum handtiknu, tí kannað verður, um tey møguliga hava framt líknandi innbrot áður. Harumframt er ein av teimum handtiknu undir seytjan ár, og krevur tað, at Barnaverndin er til staðar, tá avhoyringarnar verða framdar.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at tjóvarnir ikki fingu tað stóra við sær, áðrenn tey máttu taka til rýmingar undan løgregluni.