Innbrot í Keypsamtøkuni

Millum 3 og 5.000 krónur vórðu stjolnar úr Keypsamtøkuni um vikuskiftið

Sunnunáttina varð brotið inn í Keypsamtøkuna í Miðvági. Farið var inn gjøgnum ein rút í goymsluhølunum, og innkomnir høvdu tjóvarnir stjolið millum 3 og 5.000 krónur og eitt sindur av sigarettum.

Løgreglan hevði góð spor at ganga eftir, hevði illgruna um hvør maðurin var. Seinni sunnudagin var persónurin tikin í Havnargøtum í øðrum sambandi, og tá løgreglan har var liðug við hann varð hann sendur løgregluni í Vágum, sum avhoyrdi mannin í gjár.