Sunnunáttina var innbrot í læknahølunum hjá Andori Ellefsen og Kaj Kallsberg í Jónas Broncksgøtu.
Líkt er til at gerningsmaðurin hevur leitað eftir rúsandi evnum, men enn ber ikki til at staðfesta, um maðurin hevur fingið nakað stórvegis við sær. Innbrótarin hevur tó leitað væl og virðiliga í hølunum hjá Andori Ellefsen, verður sagt av kriminaldeildini.
Gerningsmaðurin er sloppin inn ígjøgnum høvuðsinngongdina, sum hann hevur brotið upp, og síðani hevur hann brotið seg ígjøgnum næstu hurðina.
Løgreglan sigur, at tað er ikki líkt til, at maðurin hevur fingið nakað serligt burturúr innbrotinum.