Innbrot í Porkeri

Seinastu nátt hava óbodnir gestir verið í handlinum hjá Zachariasi Müller í Porkeri.

Tjóvarnir eru farnir avstað við peningi og sigarettum. Hvussu nógv er stolið, visti politiið í Havn í dag ikki at siga.

Heldur ikki fekst at vita, um politiið hevur illgruna til nakran.