Innbrot í sethús í Fuglafirði

Um vikuskiftið fekk løgreglan í Eysturoynni fráboðan um, at onkur hevði brotið seg inn í eini sethús í Fuglafirði. Húsfólkið er burtur, og tí varnaðust onnur innbrotið

 

Løgreglutíðindi


Sunnudagin varnaðust fólk, at innbrot hevði verið í einum sethúsum í Fuglafirði. Løgreglan varð boðsend, men er einki, sum bendir á, hvør framdi innbrotið.

Húsini standa tóm í løtuni, tí húsfólkið er burtur, so tískil ber bara til at siga, at innbrotið er framt einaferð í hesum vikuskiftinum. Brotið varð inn gjøgnum ein rút í kjallaranum.

Enn er ikki greitt, um nakað virðismikið er horvið. Ein ølkassi er í øllum førum tikin, og kanska var tað hesum, gerningsmenninir vóru eftir.

Annars var ein persónur tikin fyri at koyra við kenning, og hann kann vænta sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum.