Innbrotið hesa náttina, sum vaktleiðarin á politistøðini hevur hug at kalla »tað obligatoriska innbrotið hesa náttina«, var í ein handil, har tjóvarnir eru farnir við pengum.
Tað varð meldað til løgregluna í gjár klokkan 13. Tað er framt í einum handli í Havn, har tjóvarnir hava leitað eftir pengum og eru slopnir avstað við eini ávísari nøgd av pengum.
– Vit hava ein greiðan illgruna um, hvør tað kann vera, tí tað líkist øllum hinum innbrotunum, sum hava verið seinastu tíðina og sum eru uppklárað. Talan er í flestu førum um heimleys í Havn. Vaktleiðarin sigur, at tað í næstan øllum førum er sami málbólkur, sum brýtur inn. Og tá hetta innbrotið líkist hinum, so verður tað har løgreglan fer at kanna fyrst, sigur hann – millum fólk, sum einki stað hava at vera.