Innflutningurin av spritti er vaksin 1.400 prosent

Onnur tøl vísa, at fólk hava brúkt hesa tíðina við koronu til at fáa okkurt á skaftið

Hendan tíðin við koronu hevur havt stóra ávirkan á innflutningin úr øðrum londum. Í hesum sambandi vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni, at vit eru farin at spritta okkum um hendurnar sum ongantíð áður, tí frá mars í ár til í juni, er inndflutningurin av spritti einki minni enn 1.400 prosent størri enn hann var teir somu mánaðirnar í fjør. Men sprittið er eisini vorðið eitt sindur dýrarið tí í pengum er innflutningurin vaksin 1.700 prosent í sama tíðarskeiði.

Men tølini vísa eisini, at vit hava duga væl at brúka hesa tíðina við koronu til at fáa ymiskt á skaftið. Hagstovan hevur nevniliga staðfest, at í tiðini frá mars í ár til í juni, er innflutningurin av máling heili 20 prosent størri enn hann var í sama tíðarskeiði í fjør.

Fyrra hálvár í ár var innflutningurin annars seks prosent størri enn hann var fyrra hálvár í fjør. Verða skip og flogfør ikki vera tald við, so er talan um ein vøkstur upp á eitt prosent.

Munandi meira varð innflutt av rávøru til fiskavirking fyrra hálvár í ár aftur ímóti í fjør, tí fyrra hálvár í ár var hesin innflutningurin góðar 230 milliónir og tað eru 130 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Innflutningurin av tilfari til aðra framleiðslu er eisini vaksin í ár. Vøksturin er 127 milliónir, 15 prosent. Hinvegin er innflutningurin av olju, minkaður bæði í nøgd og virði. Nøgdin er minkað 20 prosent og virðið er minkað góð 40 prosent.

Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, var seks prosent størri fyrra hálvár í ár enn tað var í fjør. Her er meira innflutt í flestu vørubólkum, tó er innflutningurin av klædnavørum og skón minkaður níggju prosent.

Størsti vøksturin er í innflutningi av drúgvum nýtsluvørum. Har er innflutt fyri 23 prosent meira í ár. Tað er serliga innbúgv, sum vit hava keypt meiri av.