Innflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var ein triðing størri enn sama tíðarskeið í fjør. Innflutt eru skip fyri 250 mió krónur í ár, móti einari mió í fjør. Eisini var goldið umleið helvtina minni fyri oljuna í ár, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.
Verða skip og oljan ikki roknað við við, er innflutningurin minkaður 3 prosentum.
Influtningurin av tilfari til byggivinnuna, maskinir og amboð er minkaður umleið 20 prosentum, meðan tilfar til annan ídnað er á leið tað sama.
Í fjør vóru bilar innfluttir fyri 15 mió krónur og í ár fyri 21 mió krónur, so á tí økinum er ein stórur vøkstur.