Innflutningurin framvegis lítil

Samlaði innflutningurin hjá føroyingum er enn sera lágur, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Samstundis er útflutningurin eisini minkaður eitt vet

Inn- og útflutningur

Rógvi Nybo

[email protected]


Føroyingar innflyta framvegis minni, enn vit gjørdu í fjør. Higartil í ár er innflutningurin hjá føroyingum 24 prosent minni, enn hann var sama tíðarskeið í fjør. Samstundis er útflutningurin minkaður fimm prosent.

Í innflutninginum er tað serliga akfør, sum nógv minni er av enn sama tíðarskeiðs í fjør. Í ár eru innflutt akfør fyri 69 milliónir krónur, meðan tað sama tíðarskeið í fjør varð innflutt fyri 222 milliónir krónur. Eisini er innflutningurin av brennievni nógv minkaður, úr 879 milliónum fyrstu 9 mánaðirnar 2008 til 488 milliónir fyrstu mánaðirnar 2009. Her skal tó havast í huga, at ein levering kann geva stórt útslag.

Byggivinnan er hart rakt, og hetta sæst eisini aftur. Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna minkaði úr 443 milliónum krónum til 263 milliónir krónur, sum svarar til 41 prosent.

Hinvegin innfluttu vit fyri 273 milliónir í skipum og flogførum í ár, samanborið við 89 milliónir í fjør, og er hetta ein vøkstur upp á 208 prosent.


Uttan skip og flogfør er innflutningurin minkaður 29 prosent.

Útflutningurin er eisini minkaður. Serliga er tað útflutningurin av botnfiski, ið merkist væl. Hann minkaði við 19 prosentum, sum svarar til 215 milliónir krónur. Eisini útfluttu vit fyri 80 milliónir krónur minni í øðrum fiski og fiskaúrdráttum.

Hinvegin er útflutningurin av alifiski nógv vaksin, og fer upp um milliardina í ár. Har er útflutningurin vaksin úr 691 milliónum krónum fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, til 979 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur á 42 prosent, og ger hetta, at samlaði útflutningurin bert er minkaður við fimm prosentum.