Tað er serliga innflutningurin av olju, sum er minkaður, meðan innflutningurin til húsarhaldsnýtslu er vaksin.
Vit hava innflutt fyri góðar 300 mió. kr. minni av olju í 2020 samanborið við 2019. Hetta kemst av minking í oljuprísinum, tí innflutta nøgdin er vaksin.
Tað, sum vit rokna sum innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 11% í ár. Tað er serliga innflutningurin av drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørumr, so sum innbúgv og hvítvørur, sum er vaksin, sigur Hagstova Føroya á heimasíðu sínari.