Men innflutningurin av húsarhaldsvørum minkar
Tað sigur Hagstova Føroya.
Samlaði innflutningurin er nógv vaksin í ár samanborið við í fjør. Fyrstu 5 mánaðirnar var 41% meir innflutt, men tað vóru skip og flogfør sum áttu nógv stórsta partin av vøkstrinum.
Uttan skip og flogfør vaks innflutningurin 7% ella góðar 130 milliónir krónur.
At døma eftir innflutninginum, eru húsarhaldini framvegis varin við sínum keypi. Vørur innfluttar til beinleiðis húsarhaldsnýtslu eru 4% minni í virðið í ár, samanborið við í fjør. Tað er minking í flest øllum vørubólkum, matið, klæðum, drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørum. Tað er sjálsamt at innflutningurin av matvørum minkar, tí tann innflutningurin er rættuliga støðugur, meðan tað er vanligt at innflutningurin av teimum drúgvu og hálvdrúgvu nýtsluvørunum sveiggjar nógv.
Tað er vinnan sum innflytur meir av tilfarið og maskinum, meðan innflutningurin av húsarhaldsvørum minkar.
Vit hava innflutt ein fjórðing meir av Tilfarið til annan ídnað og Maskinum og amboðum.
Í byggivinnuni sæst tó ikki sami vøkstur, tí har er innflutningurin minkaður 1%.
Vit hava innflutt áleið somu nøgd av brennievni í ár, men orsaka av hægri prísi, er innfluttningsvirðið 12% hægri.