Innfluttu fyri 8,4 milliardir

Fyrstu 11 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,4 milliardir krónur.

Tað skrivar Hagstovan: Innflutningurin til og við november 2021 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,4 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 12,3% í mun til sama tíðarskeið í 2020. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 14%. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast umleið sama nøgd er innflutt, so hava vit brúkt 43% meiri upp á brennievni higartil í 2021 samanborið við 2020.

Somuleiðis er stórur vøkstur í bólkinum 'rávøra til fiskavirking' har vøksturin er 49,2%.

##med2##

<iframe width="100%" height="477.594" src="https://hagstova.fo/fo/tidindi/innflutningurin-fyrstu-11-manadirnar?px-web-graph=2b0ce339f8d13eb33748c73489901663" frameborder="0"></iframe>