Hagtøl frá akstovuni vísa, at føroyingar keypa alsamt fleiri nýggjar bilar.
Higartil í ár hava føroyingar innflutt 147 fleiri nýggjar bilar enn sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu seks mánaðirnar í ár hava vit innflutt 961 persónsbilar, í mun til 814 í fjør, ein vøkstur á 18 prosent. Harumframt hava vit innflutt 35 fleiri nýggjar vøruvognar, 126 í mun til 111, og 10 fleiri nýggjar motorsúkklur, 14 í mun til 4, 8 fleiri nýggj lendisakfør, 13 í mun til 5, og tveir fleiri nýggjar lastbilar, 11 í mun til 9.
Vit hava eisini innflutt 22 fleiri nýggjar viðfestisvognar og 9 fleiri nýggjar kampingvognar fyrra hálvár í ár enn sama tíðarskeið í fjør.
Hinvegin eru 23 færri nýggj prutl komin til landið.
Samlað er talið á nýggjum innfluttum akførum vaksið úr 1072 fyrra hálvár í fjør til 1280 fyrra hálvár í ár. Tað er ein vøkstur upp á 208 akfør ella 19,4 prosent.