Innflyta fleiri bilar og meiri brennievni

Ongantíð áður hava vit brúkt so nógvan pening upp á bilar

Vit innfluttu fyri 7,2 mia. kr. í fjør. Tað eru 650 mió. kr. meir enn árið fyri, ein vøkstur á 10%, skrivar Hagstovan.

 

Innflutningurin av brennievni er vaksin 300 mió. kr., og kemur hetta bæði av, at prísurin er farin upp, og at størri nøgdir eru innfluttar.

 

Tað, sum vit rokna fyri at verða innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 9%. Vøksturin av teimum ódrúgvu nýtsluvørunum, sum mati, drekkivørum o.ø. er vaksið 6%, meðan tað er størri vøkstur av teimum drúgvaru nýtsluvørunum (innbúgv, hvítvørur o.t.).

 

Vit innfluttu akfør fyri hálva mia. kr. í fjør. Tað er 20% meir enn árið fyri. Hetta er tað mesta nakrantíð, sum er brúkt uppá bilar, og samanborið við 2009, tá innflutningurin var í botni, er talan um eina fimmfalding.