Innflytarar lúgva um aldurin

Innflytaramyndugleikarnir í Svøríki meta, at um um 12 prosent av teimum, ið søkja um friðskjól og sum hava uppgivið, at tey eru børn, í veruleikanum eru eldri enn 18 ár.

Hetta er ein meting, ið byggir á tøl frá fyrstu fýra mánaðunum í ár, tá 930 einsamøll børn komu til Svøríkis sum innflytarar.

Tá ivi er um veruliga aldurin, kunnu myndugleikarnir brúka medisinskar metingar, sum byggja á røntgenmyndir av handliðum, tonnum og beinagrind, umframt vanligari læknakanning, so finnast kann fram til veruliga aldurin.

Fyri tey, sum verða mett at vera børn, eru nógvir fyrimunir, og ikki minst hava tey nógv betri møguleikar fyri at sleppa at verða verandi í Svøríki, enn um tey vóru 18 ár ella eldri.