Innibyrgdir hemarar á Argjum

Nú fara hemarar at svimja í Sjósavninum. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Hetta verður, sambært kommununi, “fyrstu ferð – og einasta stað í heiminum – at hemari svimur í einum kari á landi.” Hurrá! Føroyar eru fyrsta staðið í heiminum við hemarum í fangaskapi!

 

Tað verður ikki sagt, hvussu nógvir hemarar skulu vera í karinum, men hesin eini, ið víst verður til, skal svimja í 650 tonsum av sjógvi. Tíðindaskrivið nevnir “hemarar” í fleirtali, so helst er ætlanin við fleiri.

 

##med2##

 

Kommunan grundgevur ikki fyri, hví hetta er eitt gott hugskot, men vit mugu ganga út frá, at einasta atlitið er stuttleiki hjá okkum menniskju, og møguliga eisini peningaligur vinningur. Hemari er stórsligin, áhugaverdur og fyri mong ræðandi eisini. Tað er hugtakandi at síggja filmar um hávar, ongin ivi um tað.

 

Men hetta stuttleikaatlitið hjá okkum má setast upp ímóti einum øðrum atliti: atlitið hjá hemarunum at liva eitt frælst lív í sjónum, har teir hoyra heima. Eg eri á ongan hátt nakar serfrøðingur í hávum, men eitt kar gjørt av bingjum sýnist ein lítið upplagdur bústaður hjá einum stórum villinidjóri. Hemari hoyrir ikki heima í einum kari, og tað verður ikki møguligt hjá honum at liva sum í náttúruni. Hemarin fer ikki at kunna flyta seg frítt, veiða, para seg og hvat ein hemari vanliga fær dagin at ganga við. Mett er, at hemari kann liva í mesta lagi í 30-40 ár í Norðuratlantshavinum. Hugsið tykkum ein hemara í 30-40 ára fangaskapi í einum kari á Argjum (!)

 

Vit mugu flyta okkum frá at síggja djór sum stuttleikaamboð, sum skulu tryggja okkum eina góða løtu. Hemararnir hava ikki biðið um at vera settir í eitt kar á Argjum fyri at selja atgonguseðlar, og hava ongan møguleika at gera nakað við støðuna.

 

Vónandi verður ætlanin slept og bingjurnar nýttar til okkurt annað, t.d. til uttandura framsýningarhøli til list, ein rundan fótbóltsvøll ella umstøður at skatea í.

 

Tráin Petursson Nónklett

 

Tráin Petursson Nónklett