Inniligt og minniligt í Løkshøll

Í annaðkvøld verður aftur eitt tiltak í Løkshøll í Runavík. Tá fer Steintór Rasmussen, sum er kendur úr bólkinum Frændur, at hava útgávukonsert. Tiltakið byrjar klokkan 21.

- Vit fara sjálvsagt at spæla løg av nýggju útgávuni. Við mær havi eg Pætur við Keldu, Heiðrun Petersen og Jóhannus á Rógvu Joensen. Hetta er ein lítil bólkur, og ætlanin er eisini, at konsertin skal verða innilig og minnilig, sigur Steintór Rasmussen.

Útgávan hjá Steintóri er hesaferð givin út undir egnum navni.

- Okkurt av gomlu løgunum, sum eg havi skrivað millum ár og dag, verður eisini við á konsertini í annaðkvøld, sigur Steintór Rasmussen.