Innirógvararnir hava staðið seg væl í Boston

Við plaseringum millum 5 og 35 hava føroysku innirógvarnir staðið seg væl

Við plaseringum millum 5 og 35 hava føroysku innirógvarnir staðið seg væl.

 

Síðsta takið er tikið, og allir seks innirógvarnir eru komnir á mál til C.R.A.S.H – B heimsmeistarakappingina í inniróðri í Boston. Úrslitini hjá føroysku innirógvarunum gjørdustt hesi:

 

Hjalmar Joensen gjørdist nummar 13 av 35 við tíðini 06:56.8

Toni Dam gjørdist nummar 10 av 72 við tíðini 06:30.8

Jens Kristian Dam gjørdist nummar 5 av 9 við tíðini 06:45.9

Búgvi Poulsen gjørdist nummar 5 av 17 við tíðini 06:39.9

Dánjal Martin Hofgaard gjørdist nummar 9 av 77 við tíðini 06:20.9

Annetta Cecilia Eidesgaard gjørdist nummar 35 av 151 við tíðini 07:16.0

 

Ferðalagið lendir í Føroyum seinni í dag.