Innkomuvegurin til Havnar

Landsverk – ein statur í statinum?

Ætlanin um nýggjan inn­komuveg til Havnar er gomul. Býráðið og Lands­verk­­frøðingurin blivu longu í 1984-86 samd um megin­regl­­ur­­nar fyri nýggjum inn­­­­komu­­­­vegi og um talið á íbinding­um, tá ætlan­in “Havnin í fram­tíð­ini” varð gjørd. Sam­­bært hesi ætlan, sum Lands­­­verk­­frøðing­urin og komm­unan tá samd­ust um, vóru ikki færri enn 8 vega­íbind­­ingar av síðu­­vegum á leiðini frá Kaldbaks­­vegnum til Kráku­­­gjógv – 4 norður­eftir og 4 inn móti býnum.

Men í 2007 byrjaði solo­renn­ingin hjá Landsverk, tá fyriliggj­andi vegaætlan teirra varð fyriløgd kommununi.
Longu tá verkætlanin varð víst fyri borgarstjóranum, kommunustjóranum og øðrum embætisfólkum hjá kommununi um ár­skiftið 2007/2008, gjørdi borgar­stjórin vart við, at komm­unan kundi ikki taka undir við verkætlanini, sum hon fyriliggur, tí býurin fær so at siga onga nyttu av hesum vegnum, av tí at ferðslan ikki verður spjadd. Orsøkin er, at Landsverk av sínum eintingum hevur tikið burtur ikki færri enn 6 av teimum upprunaliga avtalaðu 8 íbindingunum.

Landsverk ikki sinnað til samskifti
Býráðið hevur líka síðan 2007 roynt at fáa ein aktivan dialog við Landsverk um málið. Men Landsverk hevur hinvegin havt eina sera líkasæla støðu til tað at skula tosa við Tórs­havnar kommunu um hesa verkætlan. Landsverk hevur framvegis ein hugburð, sum hoyrir tíðini undan fyri­sit­ingar­lógini til.
Kommunan kann eisini bara staðfesta, at hon fær sjáldan sakligar grund­gev­ingar frá Landsverk, og hug­burð­urin tykist at vera sum í skemtisendingini fyri nøkr­um árum síðan, har Esmar segði, “kann vera, tit hava betru argu­mentini, men eg havi rætt”.
Viljin til dialog og at fáa glið á málið aftur, nú bæði nýggjur landsstýrismaður og nýggjur landsverkfrøðingur eru settir, var eisini tað, sum lá til grund fyri fundinum sum borgarstjórin í Havn innkallaði landsstýrismannin í Innlendismálum til hin 17. juni 2011. Landsstýrismaðurin hevði umboð fyri Landsverk við sær á fundin.
Endamálið við fundinum var stutt og greitt tað, sum eg byrjaði fundin við at siga – nevnliga at tosa um møguleikarnar at finna eina loysn, sum bæði Tórshavnar kommuna og Landsverk kundu liva við.
Eg sum borgarstjóri og embætisfólk okkara vístu á heildarætlanina fyri komm­ununa, ferðslu­trupul­leik­­ar­nar á kommunalu veg­un­­um í dag, og tørvin á at fáa spjatt ferðsluna við fleiri íbinding­um og vega­­sam­bondum millum nýggja inn­komu­vegin og komm­unala ringvegin og kommunala veganetið sum heild. Og víst varð eisini á, at kommunan fær nógvar trupul­leikar av, at Landsverk tví­held­ur um, at føra ein 80 km/t veg gjøgnum bygt øki í høvuðsstaðnum.

Ferðsluserfrøðingar greiða niðurstøðu
Onki av ynskjunum og sjón­armiðunum hjá Tórs­havnar kommunu eru nýggj fyri Landsverki – tvørturímóti. Lands­verk hevur tó kveistrað allan dialog til viks, og hevur ikki viljað tosað um hvørki um linjuføring av vegnum, hámarks­ferðina á 80 km/t, ella um íbindingarnar, sum komm­unan ynskir. Hetta hóast at Landsverk eisini er væl og virðiliga kunnað um, at óheftir serfrøðingar frá Rambøll hava gjørt eina kann­ing av verkætlanini hjá Lands­verk. Og teirra niður­støða er klokkuklár, tá teir skriva:
“På baggrund af oven­stå­ende vurderinger anbefales:
1) at Ringvejen over­ordnet anlægges med en hastig­hedsgrænse på 50-60 km/t på strækningen mellem Stóra Tjørn og Hotel Føroyar, for herved at kunne etablere tilslutning ved Flatarvegur, Sundsvegur, Villingar­dals­vegur, Marknagilsvegur og Hotel Føroyar.
2) at der arbejdes videre med enten Landsverkets linieføring (A1) med tilslut-ninger ved de nye byområder, da løsningen giver mulighed for en god tilgængelighed til de nye udviklingsområder langs vejen, eller med den korte tunnelløsning (A2), da løsningen vil have samme tilgængelighed.”
Ella sagt á vanligum máli, so verður mælt frá ein­um vegi til ferðslu, ið koyr­ir 80 km/t, tí hes­in vil av­marka at­­komilig­­heit­ina og talið av íbind­ing­um, og har­við ta nyttu, býurin kann fáa av hes­um nýggja inn­komu­vegnum.

Innkomuvegurin skálkaskjól hjá Landsverk
Eisini á fundinum sum vit høvdu við innlendis­mála­ráð­­harran og Landsverk, tví­­helt Lands­verk framvegis um, at teir vilja hava ein veg til 80 km/t. Grund­gevingin er m.a., at fólk skulu eisini skjótt kunna koma til og frá Gomlu­rætt.
Hetta prógvar týðiliga, at hóast vegurin verður kall­aður nýggjur innkomu­vegur til Havnar, so er hetta hetta bert eitt skálkaskjól hjá Landsverk. Tí í veruleikanum er tað ikki ein nýggjur inn­komu­vegur til Havnina, sum býurin eisini skal fáa nyttu av, sum Landsverk ynsk­ir at gera, men fyrst og fremst ein nýggjur lands­vegur til Gomlurætt, sum Lands­verk tó vil hava at ganga gjøgn­um bygt øki í Havnini.
Niðurstøðan á fundi­num varð, at teknisku fyri­siting­arnar hjá Landsverk og kommununi skuldu setast saman at gera eitt upplegg til eitt kompromis, sum bæði Tórshavnar kommuna og Landsverk kundu liva við. Hvørki meir ella minni.
Men longu áðrenn nakar fundur hevði verið millum teknikararnar hjá Landsverk og kommuni, fór Landsverk út við eini íspunnari søgu um, at ein semja varð gjørd. Hvørt hetta var gjørt tilvitað fyri at forpurra møguleikanum fyri, at politiski myndugleikin í býráðnum og í landsstýrinum samdust um eina loysn, sum Landsverk ikki ynskir, er ikki til at vita. Men tankin spøkir.
Um Landsverk bert fyri einaferð skyld stakk fingurin í jørðina, so staðfesta allar kanningar higartil, at við at lækka hámarksferðina niður til 60 km/t á einum strekki á 4-5 km gjøgnum bygt øki, eins og Landsverk hevur gjørt við landsvegin gjøgnum bygt øki í t.d. Sandavági, so ber til at fáa nakrar av teimum týðandi íbindingunum, sum Tórshavnar kommuna ynskir; og so fær býurin eisini nyttu av innkomuvegnum; so verður larmurin frá vegn­um minni; og so verður ferðslu­trygdin gjøgnum bygda økið, sum vegurin fer ígjøgnum, betur o.s.fr.
Og tíðarmessiga vil hetta einans merkja, at tað vil taka 1½ til 2 minuttir longri at koyra eftir nýggja lands­vegn­um til ella frá Gomlurætt.
Men tað gongur sjón fyri søgn, at fyri Landsverk viga hesir kanska tveir minuttirnir fyri tey kanska 2-3% av teimum koyrandi, sum skulu beinleiðis til ella frá Gomlurætt, nógv meira, enn nyttan av hesum vegnum fyri tey 98% av koyrandi, sum skulu til Havnar norðaní­frá ella frá Gomlu­rætt til arbeiðis ella í øðrum ørindum. Og tað vigar eisini meira fyri Landsverk enn eitt nú larmurin frá vegnum, ferðslutrygdin o.s.fr.

Hugburðurin hjá Landsverk til samstarv
Tað er tí kanska ikki so løgið, at Tórshavnar kommuna eisini aftaná ta skriving og teimum útsagnum, sum eru komnar frá Landsverk eftir fundin hin 17. juni 2011, situr við teirri fatan, at Landsverk framvegis ikki vísir nakran veruligan vilja at viðgerða hetta mál sakliga í samstarvi við Tórshavnar kommunu.
Landsverk hevur eftir kommununnar tykki ikki víst nakað forstáilsi fyri, at fyri kommununa má ein slíkur vegur eisini viðgerðast við atliti til býarskipan og býarmenning í framtíðini. Fyri Landsverk tykist málið vera avmarkað til eitt nalvaskoðandi vegaprosjekt, og fyri stovnin er tað blivið eitt succesmál í sær sjálvum, ikki at taka nøkur onnur atlit enn síni egnu, heldur ikki býarskipanarlig atlit ella til onnur uppskot og ynski frá Tórshavnar býráð.
Sjónarmiðjini hjá býráðn­um um ferðslutrygd, há­marks­­ferð, íbindingar, býar­skipan o.s.fr. verða sópað til viks. Tá komm­unan so fekk sær óheftar ferðslu­ser­frøð­ing­ar (Rambøll) at gera eina uttan­­velt­aða kann­ing av pro­­sjekti­­num hjá Landsverk, vóru hesir og kommunan løgd undir m.a. skuld­set­ing­­­ar um bílagt arbeiði og líknandi.
Kommunan kendi seg tí enntá noyddan at senda Innlendismálaráðnum kæru um handfaringina hjá Landsverk av málinum. Men ikki óvæntað, so tordi Innlendismálaráðið heldur ikki at gera nakað við Lands­verk, ið harvið enn einaferð hevur staðfest sína støðu sum ein “statur í statinum”.
Í øðrum londum samstarva ferðslumyndugleikar hjá kommunum og lands­myndug­leikum um at fáa býar­skipan, býarmenning, høvuðs­­ferðsluvegir, ferðslu­trygd o.s.fr. at ganga upp í eina hægri eind. Tað hvørki nýtist ella ger Landsverk. Men sæð við nútíðar brillum er tað tó samstundis onki minni enn ein “falliterklæring” hjá Lands­verk, tá stovnurin enn tann dag í dag søkkur niður á tað støðið, har hann brúkar sítt vald við eini ótíðarhóskandi landsvegalóg, at buka komm­unur og borgarar í landinum í høvdið við, við fyrilitaleyst at gjøgnum­trumfa sín vilja.
Tað er hent fyrr; tað hend­ir við “inn­komuvegnum” til Havnar; og tað kemur at henda nógva ferð afturat í fram­tíðini, um ikki politiski lands­myndug­leikin støðgar hes­um og sigur, at nú er nóg mikið.
Og tá nýggi landsverk­frøðingurin í samrøðu í út­varpinum fyri kortum segði, at teir hava maktina og ikki nýtast at samráðast við nakran um hvat teir gera, so kann ikki annað enn staðfestast, at hesin “staturin í statinum” framvegis hevur ein hugburð sum hoyrir eini farnari tíð til. Og politiski landsmyndugleikin vendir framvegis blinda eyga til.
Jú, arrogansan er so sanniliga til at føla uppá. Men sigast kann enn einaferð, at tað er ikki Landsverk, sum kemur at eiga seinasta orðið um innkoyringarveg til Havnar.