Innleiðandi umfarið liðugt

Teir seinastu dystirnir í tí innleiðandi umfarinum HM-hondbólti hjá monnum eru spældir í dag.

 

Tann dysturin í dag, sum hevði serliga stóran áhuga, var dysturin millum sponsku vertirnar og Kroatia. Dysturin var spennandi, men endin var, at kroatar royndust drúgvari og vunnu 27-25. Ein annar spennandi dysturin var millum Slovenia og Serbia, og hann vunnu slovenar 33-31.

 

Hini úrslitini í dag:

Ungarn - Algeria 29-26

Pólland - Suðurkorea 33-25

Egyptaland - Avstralia 39-14

Hvítarussland - Saudiarabia 33-15

 

Tær fyrstu áttandapartsfinalurnar eru í morgin. Danmark skal spæla ímóti Tunesia, meðan Ísland møtir heimsmeistarunum úr Fraklandi.