Grashoppurnar, sum seinastu tíðina hava oyðilagt meginpartin av grøðini í fleiri vestur- og norðurafrikonskum londum, eru nú eisini komnar til Egyptalands.
Mikudagin var so tjúkt av grashoppum í luftini yvir Kairo, at sólin hevði ilt við at sleppa ígjøgnum. Myndugleikarnir høvdu fyrireikað seg til teir óbodnu gestirnar og høvdu sett eld á bildekk fyri at jagstra grashoppurnar burtur. Samstundis vórðu serligir bilar sendir avstað at spræna flogkykteitur upp í luftina.
Grashoppurnar hava oyðilagt nógva grøði í Mali, Mauritania, Niger og Senegal, men tær hava eisini gjørt um seg í Algeria, Libya og nú í Egyptalandi. Sjálvt ikki havið kann forða teimum, tí í heyst hava sjáldsama nógvar grashoppur verið á Kýpros. Serfrøðingar siga, at hesar grashoppurnar kunnu gerast ímillum sjey og átta centimerar langar, men at tær eru ikki vandamiklar fyri fólk.