Innrás úr oddaliðnum

Fyri fyrstu ferð nakrantíð vóru fimm spælarar úr EB/Streymi á landsliðnum, tá ið fimm umboðaðu føðilandið fyri fyrstu ferð

Fótbóltur

 

Tað var dagurin hjá EB/Streymi á landsliðnum í gjár. Eitt tað nýggjasta felagið í fremstu fótbóltsrøðini eigur ikki so nógvuliga nógvar spælarar, sum hava verið á landsliðnum, og felagið eigur ongan spælara, sum hevur spælt nógvar ferðir á landsliðnum.

Niðri í Portugal vóru fimm frá steypavinnarunum og toppliðnum í landskappingini á landsliðnum. Mikkjal Thomassen og Bárður Olsen hava áður roynt seg sum landsliðsspælarar. Teir, sum ongantíð áður høvdu verið á landsliðnum, og sum vóru við í 5-0 tapinum, eru málverjin René Tórgarð, miðverjin Egil á Bø og vongverjin í vinstru Leif Niclasen.

René Tórgarð hevur leingi sitið á beinkinum og bíðað eftir at fáa møguleikan. Hann er sætti málverjin á landsliðnum, síðani altjóða limaskapurin gjørdist veruleiki fyri 20 árum síðani. Hinir eru Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen, sum hava vart málið nógv tær flestu ferðirnar, og Kaj Leo Johannesen, Bjarni Johansen og Sunvard Joensen. Hesir báðir seinast nevndu spældu ávikavíst tvær ferðir og eina ferð á landsliðnum.

Umframt teir tríggjar úr EB/Streymi, sum í gjár vóru fyrstu ferð á landsliðnum, vóru tveir aðrir á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Talan var um miðvallaran Boga Løkin úr NSÍ og um álopsspælaran Andreas Lava Olsen úr Víkingi.

Ein annar spælari hevur higartil í ár verið á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Tað er Høgni Madsen úr ÍF, sum spældi fyrsta landsdystin, tá ið Føroyar 4. juni taptu 4-3 á útivølli ímóti Estlandi. Høgni varð aftur í gjárkvøldið skiftur inn á føroyska miðvøllin.