Neyvan hava próstarnir á Nesi ímynda sær, at um aldarskiftið inn í 21 øld fór meira enn 10 % av Føroya fólki at verða savnað undir opnum himli uppi á Svangaskarði, skamt frá har próstagarður teirra lá, til at syngja kristiligar sálmar og sangir, og hoyra bíbliulestur og prædiku. Tað er mangt broytt í kirkju- og samkomulívinum í Føroyum síðani próst Djurhuus og Fríðrik Petersen savnaðu kirkjufólkið saman til Gudstænastur í aldargomlu kirkjuni á Nesi, og so sanniliga eisini síðani hin minniliga dagin, táið Sigmundur Brestison, kanska heldur ótolin, stóð andlit til andlit við hin óða og heidna Gøtutrónda - men broytingin var sjón fyri søgn á Svangaskarði seinnapartin sunnudagin 10. september.
Dagarnir frammanundan høvdu ikki verið nakað serligir til veður, og veðurforsøgnirnar lovaðu ikki gott um vikuskiftið, men táið sunnudagurin upprann, kom eisini sólin fram í allari sínari dýrd yvir alt landið. Veðrið varð hendan sunnudagin av besta útferðarveðri, men tað var nokk ikki so løgið, tí túsundtals sunnudagsskúlabørn um alt landið høvdu glett seg til hendan dagin á Svangaskarði, og høvdu óivað í dagavís tikið við í sína kvøldbøn, at Gud mátti gera tað so, at veðrið verður heilt gott á Svangaskarði - og tey børnini sum bóðu hesa kvøldbønina fingu eisini bønarsvar henda minniliga dagin á okkara tjóðleikvølli.
1000-ára-nevndin
Tað er 1000-ára-nevndin, sum hevur tikið stig til at fyrireika sunnudagsskúlastevnuna á Svangaskarði, og tiltakið er eitt av mongum, ið hava verið fyriskipað ígjøgnum árið í samband við 1000-ára-haldið. Tveir av fyrireikarunum, Niclas Foldbo og Dagny Højgaard, siga, at tey tryggjaðu sær ítróttarhøllina í Runavík, um so var, at tað ikki viðraði, ?men bæði veðrið og fyrireikingin sum heild, gekk av tí allar besta, og vit eru sera glað og væl nøgd við úrslitið.?
Sum tú nærkaðist Svangaskarði hendan góðveðurssunnudagin, kundi tú skjótt koma at ivast í, um tað nú var landsliðið, sum spældi onkran undandyst í heimsmeistarahøpið, tí bilar og bussar og fólk vóru at síggja allastaðni, og í røttum landsdystanda vóru tað fleiri løgreglumenn, ið skipaðu fyri ferðsluni; men hetta var ikki ein landsdystur í vanligum týdningi, men kanska var hetta ein ?landsdystur? í tí ósjónliga heiminum ímillum tær góðu og ringu kreftirnar, um valdið á tí viðkvomu barnasálini?!
At dagurin var fyri børnini og til teirra besta var eingin ivi um táið tú fyrst var komin at sita. U.l. 5.000 fólk vóru savnaði saman - av hesum, 4.300 børn. Tað var ein frøi fyri sál og anda at sita og lurta eftir hesum kendu sunnudagsskúlasangunum, bornir fram av túsundtals óspiltum barnarøddum, so vækurt og so kraftiga, at tað kanska hoyrdist heilt yvir á Strendur.
Stevnan verður sett
Stevnan byrjaði við at Niclas Foldbo bjóðaði øllum vælkomnum vegna fyrireikarnar, og gjørdi greitt við tað sama, at endamálið við degnum var at savna børnini til Jesus og innundir hansara signing. Síðani setti Bergur Debes Joensen prestur stevnuna við sínum lætta og viðkomandi verumáta.
Táið stevnan var sett, var tíð til felagssang, og ein kann kanska siga, at tað vóru ?interkommunalir? sunnudagsskúlasangir, sum vórðu sungnir, tí sunnudagsskúlar úr flestu kommunum í landinum vóru umboðaðir, og sangirnir eru kendir og verða sungnir hvønn sunnudag tvørtur yvir øll kommunumørk, sangir og kór sum t.d. Ongum er so trygt at fara sum Guds lítla barnaskara - Djúp og breið - Vegin út á krossin gekk hann fyri meg - Tað lítla ljós eg fekk, nú skal tað lýsa bjart - glað, glað, glað, í hjartanum er gleði, o.s.v.
Síðani var ein boðskapur úr bíbliuni til børnini, og tað var hin kenda røddin úr barnalindini, sum talaði - Lív á Dul Jacobsen. Hon talaði yvir evni: ?Verið sterk í Harranum,? sum eisini var sett sum tema yvir stevnuna. Hava bert nøkur av børnunum fingið tað við og eisini sett sær fyri, at ein skal venja seg frá barnaárum av at vera sterkur í Harranum, so hevur 1000-ára-haldið ikki verið til fánýtis.
Fjølbroytt skrá
Skráin var sera fjølbroytt, at báðir vøllirnir vóru í brúki. Har vóru barnakór úr Hvalba, Strondum, Toftum, Glyvrum og aðrastaðni við, sum hvør í sínum lagið hevði vant til dagin, og skiftivís bóru tey fram síni sanginnsløg fyri einum metáhoyraraskara, sum heilt sjónliga neyt hvørt orð og hvønn tóna.
Á skránni vóru eisini tveir bíbilskir leikir, annar úr gamla- og hin úr nýggja testamenti. Sunnudagsskúlar í Vágunum høvdu skrivað og vant ein leik um Dávid og Goliat, sum sæt sera væl til temaði á stevnuni, og sunnudagsskúlin í samkomuni Rhema í Havn hevði sett upp ein leik um hin stóra nátturðan, og tað eydnaðist væl at fáa boðskapin í líknilsinum fram í leikinum.
Útvarpssendingin ?í Víngarðinum? var á Svangaskarði við mikrofonini, og teir bóðu Jákup Kass prest siga sína hugsan um tiltakið: ?Kona mín og eg komu til umvendilsi í okkara ungu døgum, og tá fóru vit beinanvegin uppí barna- og ungdómsarbeiði. Tí er tað so ómetaliga hugaligt, nú ein er vorðin gamal, at sita her á Svangaskarði í dag og sannroyna, at tað var ikki til fánýtis at arbeiða ímillum børnini. Ein kann kanska hugsa, at sunnudagsskúlarnir úti um landi ikki sýna av nógvum, men aftaná at hava sitið her, má ein sanna, hvussu stórur í sunnudagsskúlin í veruleikanum er í Føroyum, og hvussu stóran týdning tað hevur at uppvaksandi ættarliðið verður upplært á grundarlagnum, sum skriftirnar geva.?
Teir bóðu eisini Bergur Debes Joensen um eina viðmerking: ?Tað sum er so imponerandi er, at hetta er ein so ómetaliga stórur procentpartur av børnunum í Føroyum, sum er savnaður her í dag. Hetta er ein stór avbjóðing til okkum øll.?
Matpakkin
So var tíð til at pakka matpakkarnar upp, tí matpakkar høvdu tey flestu við sær - ein útferð uttan matpakka er ikki ein útferð, vil onkur kanska siga. Stuttligt var at síggja hesa stóru mannfjøldina sita í smáum familjubólkum og fáa sær eta. Ein kundi ikki lata vera við at hugsa um skaran, sum Jesus mettaði á sinni, og sum eisini taldi 5000 børn og vaksin. Vónandi fóru bæði børn og vaksin av Svangaskarði henda dagin eins væl nøgd, bæði til likams og sálar, sum tey 5000, ið Jesus mettaði.
Poul Jóhan Djurhuus