Ferðsla
Vágar:Tað var rættiligt trýst á veganetinum í Vágum, eftir at latið var upp undir Vestmannasundi týsdagin. Bilar í helst túsundtali koyrdu gjøgnum bygdirnar.
Tað vóru sjálvandi nógv tiltøk í oynni hendan dagin, og nógv fólk ymsastaðni úr landinum nýtti hetta høvið at koyra gjøgnum tunnilin, nú einki skuldi gjaldast fyri tað. Sama lagið var mikudagin.
Frá tí, latið varð upp um hálvgum fýratíðina seinnapartin og til langt út á kvøldið slitnaði røðin av bilum, sum koyrdi fram við vindeyganum hjá Vágaredaktiónini hjá Sosialinum í Sandavági, ongantíð sundur.
Á skrivstovuni hjá Vágatunlinum var tó ikki gjørt upp, tá vit høvdu samband við tey, áðrenn blaðið fór til prentingar, hvussu nógvir bilar vóru farnir gjøgnum tunnilin fyrsta dagin, opið var.
Í Vágum merktu handlar og fyritøkur eisini, at latið var upp. Eitt nú segði bakarin í Sandavági, at tað tyktist, sum fólk vóru svong hinumegin Sundið, tí tey komu til Sandavágs at keypa bakstur. Tá kvøldið kom, var handilin dustsogin, sum tikið veðru til. Ikki ein bolli var eftir, segði hann.
Á Hotel Vágum var fult. Í orðsins rætta týdningi. So fult, at tað fleyt yvir. Soleiðis at skilja, at fólk mátti bíða eftir borði, siga tey av hotellinum.
Hotel Vágar hevði sonevnt buffet, og fólk, sum komu av oynni, hildu tað vera eitt gott hugskot, siga tey av hotellinum, tí tey stóðu nógv og bíðaðu eftir borði.
Seinni var eisini dansur á hotellinum, og nógv fólk var í dansi. Eisini hevur væl av fólki gist á hotellinum fyrstu náttina eftir, at tunnilin lat upp.
Aftur mikukvøldið skuldi buffet vera á Hotel Vágum, og nógv fólk hevði bílagt sær borð frammanundan, varð sagt.
Hotel Vágar hevur annars væl at gera nú upp undir jól. Vanligu jólaborðhaldini eru fleiri, og nógv verður eisini latið út úr húsinum.
Týskvøldið stóð Hotel Vágar fyri allari matgerð og servering, tá partafelagið Vágatunnilin hevði veitslu fyri 400 fólkum í ítróttarhøllini á Giljanesi.