Skipaeftirlitið
Miðvági:
Skipaeftirlitið fer at flyta úr Havn til Miðvágs 1. august í ár, væntar stjórin, Óli Hans Hammer Olsen.
Arbeitt verður við at seta Gomlu Smiðju í Miðvági í stand. Innrættað verður til skrivstovur, sum Skipaeftirlitið skal húsast í.
Óli Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum sigur, at har vóru bara fýra betongveggir í húsinum, so tað verður nakað væl at seta upp afturat, áðrenn klárt verður at flyta inn.
?Men tá so liðugt er, hava vit óvanliga góðar umstøður at arbeiða undir, sigur hann.
Hann heldur ikki, at tað ger umstøðurnar nevnivert verri, enn tær eru í dag, at Skipaeftirlitið liggur í Miðvági.
Funnist hevur onkuntíð verið at, at eftirlitið er flutt burtur frá støðum, har eitt nú skipasmiðjur liggja. Men tað heldur stjórin ikki vera nakra forðing fyri arbeiðinum.
?Avstandir merkja einki í dag, sigur hann. Eftirlitismenninir ferðast kortini nógv millum havnirnar, har skipini liggja, so tað kann fyri so vítt gera tað sama, um teir ferðast úr Vágum ella umvent, heldur stjórin á Skipaeftirlitinum.
Hann vísir á, at tað er eingin, sum tosar nakað um, at tey ferðast til Havnar til arbeiðis hvønn dag, og teinurin er tann sami hinvegin, staðfestir hann. Eisini verður undirstjóvartunnilin latin upp um heilt stutta tíð, og so eru Vágarnar eisini bundar at meginøkinum, og tað tekur ein góðan hálvan tíma at koyra úr Miðvági til Havnar fyri at brúka tað dømið, vísir Óli Hans Hammer Olsen á.
Tað arbeiða í løtuni sjey fólk á Skipaetirlitinum. Men søkt fer at verða eftir einum eftirlitisfólki aftur at teimum fýra, sum eru. Síðan eru tvey skrivstovufólk umframt stjóran sjálvan.
Seks teirra, sum í dag arbeiða á Skipaeftirlitinum, flyta við arbeiðsplássinum vestur til Miðvágs, meðan annað skrivstovufólkið heldur vil hava sítt arbeiðspláss í Havn. Viðkomandi fer í annað starv í Fiskimálastýrinum, og eitt skrivstovufólk, sum býr í Vágum byrjar í starvi tann 1. juni, sigur Óli Hans Hammer Olsen.
Um kostnaðin av at seta hølini í stand til Skipaeftirlitið vil Óli Hans Hammer Olsen ikki siga nakað. Tað er eigarin, J.K. Joensen í Miðvági, sum stendur fyri tí, meðan Skipaeftirlitið sjálvt skal fáa innbúgvið til vega.
Hvat innbúgvið fer at kosta, er ikki avgjørt enn, sigur stjórin á Skipaeftirlitinum, tí tilboðini eru ikki klár.