USA: Eigarin av plátufelagnum JAV Recordings, ið hevur sum sergrein at gera upptøkur við pípu-urgum, hevur tikið alternativar mátar í brúk fyri at bjarga eini gamlari kirkju-urgu, skrivar New York Times. Í eini fátækari sókn í Brooklyn, New York er urgan í kirkjuni so niðurslitin, at hon møguliga má tveitast burtur. Trupulleikin er bert tann, at sóknin hevur ikki ráð at gera hana í stand aftur. Tann virkni eigarin av plátufelagnum, Joe Vitacco hevur tí lagt tvey stutt video-klipp við eini bøn um fíggjarligan stuðul á YouTube.com, sum er ein heimasíða har ein kann leggja sínar egnu video-upptøkur út. Tiltakið bar ávøkstur beinanvegin: Fleiri enn 5000 vitjanir hava sæð upptøkurnar og fleiri túsund krónur eru longu komnar frá fólki í USA og Europa.