Innskiftarar brúktu 7 minuttir hvør

Bæði Tór-Ingar Akselsen og Rókur av Fløtum Jespersen sluppu at byrja dystin ímóti ÍF á bonkinum. HB-venjarin, Krzysztof Popczynski, hevur skift nógv ímillum leikararnar til startuppstillingarnar í ár, og í gjár vóru teir báðir offensivu kapasitetarnir settir á bonkin frá byrjan.

Teir komu tó báðir inn og brúktu teir akkurát sjey minuttir hvør, fyri at sleppa á máltalvuna.
Rókur av Fløtum Jespersen varð settur á vøllin í 60. minutti fyri Emil Nolsøe Leifsson, og í 67. minutti fekk hann bóltin í netið.
Tór-Ingar Akselsen kom inn fyri 78. minutti fyri Rógva Jacobsen, og í 85. minutti skoraði hann, og brúkti júst sum Rókur bert sjey minuttir frá tí hann komin á vøllin, til hann fekk bóltin í málið.
Teir báðir Emil Nolsøe Leifsson og Rógvi Jacobsen fóru báðir málleysir av vøllinum, og tá báðir teirra avloysarar fingu bóltin í netið og annars gjørdu tað gott á vøllinum, er tað ikki ósannlíkt, at annar teirra verður við frá byrjan í móti EB/Streymi leygardagin.