Inntøkan hjá fólkapensjónistum hækkað nógv meira enn hjá arbeiðsfólki

– stutt viðmerking til Arna Thorsteinsson

Heri Petersen, Hoyvík
----------------------



Arne Thorsteinsson (AT), næstformaður í Landsfelag Pensjónista, vísir í lesarabrævi á, at fólkapensjónin er minkað í virði í mun til lønarvøksturin í samfelagnum! Landsfelag Pensjónista er í fleiri umførum komin við hesum pástandum, sum eisini hava verið endurtiknir av politikarum og fjølmiðlum.
Tað er so deiliga lagaligt at arbeiða við tølum, tí tað er so nógv ymiskt, sum kann fáast burturúr, og úrslitini kunnu tillagast alt eftir, hvat mann velur at taka við. Í staðin fyri at siga, at grundupphæddin í fólkapensjónini ikki er hækkað síðani síðstu øld, so kann mann velja at siga, at útgjaldið frá Samhaldsfasta er hækkað við 284,3 % síðan 2004. Bæði tvey eru sannleikar, sum einsamalt geva lítla meining.
Sambært AT eigur javningin av pensjónum at fylgja lønarvøkstrinum á arbeiðsmarknaðinum. At javna eina lønarkrónu og eina pensjónskrónu við sama prosentsatsi gevur tvey ógvuliga ymisk úrslit fyri borgaran. Tað er jú munur á at javna eina skattskylduga krónu og eina ikki-skattskylduga krónu.
AT kemur í sínum lesarabrævi við eini rúgvu av tølum, sum eg havi meira enn trupult við at finna runt í. Eg havi í staðin valt at gera mína egnu samanbering av inntøkuvøkstri hjá ávikavist einum støkum fólkapensjónisti og einum lønmóttakara í Føroya Arbeiðarafelag (uttan børn og við miðal kommunuskattaprosenti).
Hækking 2004-2011 í tøkari inntøku (t.v.s. eftir skatt og arbeiðsmarknaðargjøld):
Fólkapensjónistur uttan aðra inntøku enn fólkapensjón: Tøk inntøka hækkað við umleið 30 %
Løntakari fulla tíð í Føroya Arbeiðarafelag: Tøk inntøka hækkað við umleið 14 %
Tað er ikki bara prosentfifl, at pensjónin er hækkað meir - eisini í krónum er pensjónin hækkað munandi meira enn arbeiðsmannalønin.
Tað, sum hevur týdning, er, hvat borgarin hevur at liva fyri, og hvat stendur eftir niðast á linjuni – og ikki hvussu partar av eini ógvuliga fløkjasligari pensjónsskipan eru javnaðir og ikki javnaðir.
Ein týdningarmikil partur av greinini hjá AT snýr seg um pensjónsnýskipanina, sum eg her ikki fari at fyrihalda meg til, orsaka av mínum avmarkaða kunnleika til nýskipanina.