Bæði landskassin og kommunurnar hava fingið eitt lítið sindur meiri inn í skatti hesar báðar fyrstu mánaðirnar í ár enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tað vísir ein uppgerð, sum Taks hevur gjørt yvir inntøkurnar í januar og februar í ár, samanborið við í fjør.
Uppgerðin vísir, at hesar báðar fyrstu mánaðirnar í ár fekk landskassin slakar 229,2 milliónir inn í skatti og tað er 0,55% meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið inntøkan var góðar 227,9 milliónir.
Hinvegin fingu kommunurnar góðar 212,5 milliónir inn í skatti í januar og í februar í ár og tað er 1,23% meiri enn í fjør, tá ið tær fingu slakar 210 milliónir inn í skatti í Januar og í februar.
Annars er rættiliga stórar broytingar hendar í inntøkunum hjá teimum ymsu kommununum. Í klaksvík var inntøkan av skatti slakar 22,2 milliónir hesar báðar fyrstu mánaðirnar í ár og tað eru heili 14,4% meiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið inntøkan var góðar 19,4 milliónir.
Í Hvalba er inntøkan hjá kommununi av skatti minkað heili 18,8% úr 2,7 milliónum í januar og februar í fjør, niður í 2,3 í ár.
Í Havnini vaks inntøka 1,24%, úr 93,2 milliónum januar og februar í fjør, upp í 94,3 milliónir í ár
Eitt, sum ger stóran mun í nógvum kommunum er helst tað, at fiskiflotin lá ein stóran part av januar mánaði og tað rakar kommunur, sum Hvalba hart, tí har vóru nógvir fiskimenn raktir av verkbanninum, men tað sæst eisini aftur í nógvum øðrum kommunum.