Inntakt høvuðsstuðul hjá VB/Sumba

VB/Sumba og S/pf Inntakt hava skrivað undir sáttmála, har Inntakt er høvuðsstuðul hjá felagnum.

Sáttmálin er fyribils í eitt ár, men báðir partar eru áhugaðir í at práta um at leingja sáttmálan, tá árið er farið, um alt gongst sum ætlað.
Formaðurin í VB/Sumba, Bjarni Johansen, sigur, at sáttmálin, sum er eitt slag av akkordskipan, er góður fyri felagið.
– Betri menn arbeiða, betri er tað fyri felagið, sigur Martin Hvanná Dam, stjóri í Inntakt.
– Felagið hevði sjey góð ár, síðani sjey verri ár, so nú eru sjey góð ár aftur væntandi, væntar Martin Hvanná Dam, ið rekur felagið Inntakt, ið hevur gjørt íløgur í Vági, og tí er áhugað í at stuðla ítróttinum í økinum.