Inntøkurnar hækkaðar fimm prosent

Bæði landskassin og kommunukassarnir hava fingið meiri skatt fyrra hálvár í ár aftur ímóti í fjør


Fyrra hálvár í ár, eru inntøkurnar av skatti, bæði hjá landi og kommunum, nokk so fitt hægri enn tær vóru í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Taks yvir skattin higartil í ár afturímóti sama tíðarskeiði í fjør.

 

Uppgerðin vísir, at hesar fyrstu seks mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið 31,8 milliónir meiri inn í skatti. enn hann fekk í sama tíðarskeiði í fjør og tað svar til ein vøkstur á 5,22.

 

Fyrstu seks mánaðirnar í fjør var inntøkan hjá landskassanum av skatti slakar 609,8 milliónir krónur og í sama tíðarskeiði í ár var inntøkan 641,6 milliónir krónur.

 

Men harafturar hevur landskassin fingið slakar 126,6 milliónir inn í eftirlønarskatti og tað eru 12 prosent meiri enn í fjør, tá ið inntøkan av eftirlønarskatti var 112,9 milliónir krónur í fyrra hálvári, ella 13,7 milliónir lægri. Eisini kommunurnar kunnu fegnast um øktar inntøkur av skatti.

 

Tilsamans hava kommunurnar fingið 724,7 milliónir inn í skatti fyrra hálvár í ár, tað eru 32,3 milliónir, ella 4,66 prosent meiri enn teir fyrstu seks mánaðirnar í fjør, tá ið tær fingu 692,4 milliónir inn í skatti.