Inntøkurnar verða 22,6 milliónir lægri

Nýggjastu inntøkumetingarnar vísa, at næsta ár verða inntøkurnar hjá landskassnum lægri enn higartil mett

 

Næsta ár verða inntøkurnar hjá landskassanum 22,6 milliónir minni enn higartil mett.

 

Tað vísa nýggjastu inntøkumetingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum.

 

Annars vísir nýggja inntøkumetingin, at rentuinntøkurnar verða 30 milliónir næsta ár og tað eru 19 milliónir meiri enn upprunaliga mett.

 

Orsøkin er, at rentan síðani aftur er lækkað. Ein rentulækking gevur kursvinning við sær, og tá nærum alt gjaldføri er sett í lánsbrøv, verður úrslitið betri táið rentan lækkar.

 

Stóra afturstigið er í inntøkunum av mvg.

 

Nýggjastu metingarnar vísa, at inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi verða 1,215 milliard næsta ár, tað eru 35 milliónir krónur lægri enn mett í september.

 

- Orsøkin er, at negativu uppgerðirnar, serstakliga av íløgu-mvg, eru nógv vaksnar.