Inntøkurnar vóru 1,17 milliardir krónur – vuksu 2,6 prosent

Koronafarsóttin merktist ikki serliga nógv á roknskapinum hjá Tórshavnar kommunu, sum hevði ein vøkstur í samlaðu inntøkunum uppá 2,6% í fjør

Samlaðu inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu í fjør vóru 1.168 mió.kr.  

Fíggjarnevndin hevur sambært kommunustýrislógini ábyrgd av at leggja grannskoðaðan roknskap saman við grannskoðanarfrágreiðingini fyri kommunustýrið til góðkenningar og undirskrivingar. Býráðið samtykti í gjárkvøldið roknskapin.

Býráðið skrivar, at undanfarna ár var enn eitt ár við heimsumfatandi koronufarsóttini, men eins og fyrraárið merktist hetta ikki so nógv hjá Tórshavnar kommunu.

Samlaðu inntøkurnar í 2021 vóru 1.168 mió.kr, sum er 30 mió.kr ella 2,6% hægri enn inntøkurnar árið fyri.

Samanborið við fíggjarætlanina vórðu samlaðu inntøkurnar 77 mió.kr ella 7,0% hægri.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2021 vóru 889 mió.kr, samanborið við 838 mió.kr árið fyri. Vøksturin er 51 mió.kr ella 6,1%. Í fjør var vøksturin eisini 50 mió.kr.

Orsøkirnar til øktu rakstrarútreiðslurnar eru í høvuðsheitum økt virksemi og harvið búskaparvøkstur og tilflyting til kommununa.

Fólkavøkstur og fleiri familjur í kommununi hevur við sær økt barnatal, sum millum sæst aftur í barnaansingarøkinum, sum aftan á eldraøkið upp á seg hevur næstmestu útreiðslurnar við sær.

Í 2021 blivu gjørdar íløgur í kommununi fyri íalt 193 mió.kr. Størsti parturin av íløgunum, 82 mió. kr, varð brúktur á økinum fyri mentan og frítíð.

Til langhylin blivu brúktar 31 mió.kr og til vestursíðuna av Tórsvølli 20 mió.kr. Harumframt eru brúktar 14 mió.kr til fótbóltsvallir. Til skjótibreytina hjá Byrsumúla blivu brúktar 9 mió.kr.

Íløgur í tekniska økið vóru 60 mió. kr. Íløgur vórðu gjørdar í byggibúning, har ið 12,5 mió. kr blivu brúktar til útstykking oman fyri Argjahamar. Á Karlamagnusarbreyt eru nýttar 9,1 mió. kr til asfaltering og parkering. Íalt eru 11,2 mió. kr brúktar upp á vegir. 10,6 mió. kr vórðu brúktar til fríðkan av kommununi.

Á eldraøkinum vóru íløgur gjørdar fyri tilsamans 21 mió.kr. URD er liðugur og tikin í nýtslu og í 2021 vórðu brúktar 15 mió.kr til hetta endamál.

Íløgur vórðu gjørdar í Tórshavnar havn. Eisini gongur støðugt framá við smábátahylinum í Álakeri, bygt bleiv fyri 11 mió.kr.

Rakstrar, løgu- og útlánsúrslitið fyri 2021 var eitt avlop á 60 mió.kr. Játtanir at flyta fram til komandi ár er 16,5 mió.kr fyri rakstur og 159,6 mió.kr fyri løgur.

Langfreistaða skuldin við árslok 2021 var 250 mió.kr. Av hesum hoyra 240,7 mió.kr til Tórshavnar havn og 9,2 mió.kr til Tórshavnar kommunu.

Samlaði tøki peningurin við árslok 2021 var 214,6 mió.kr.