Bergun Kass
([email protected])
Tankar – aftan á eina sera góða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 9. november 2006 undir heitinum »kreativitet, innovation og upplivingarbúskap«.
Hvussu fáa vit fjølbroytni inn í arbeiðslívið?
Vit her nú kunnu byrja
Ja, bara við at spyrja
Hví møttu so fáir stjórar
og nevndarhetjur stórar?
Tó, ein fjølbroytt mannamúgva
(Sær) á breiðum hugaveingjum smúgva
Vælkomin! – við evnum øllum
og kreativum bjøllum
Tá framburð tú skalt inna
hjá fólki eins og vinnu
Tú byrja má í toppi
og seta nevnd og stjórn við luppi
Tað gamla vanabundna
Í Føroyum -vit enn blunda
Fyri margfaldni í leiðslu
vit fáa helst ábreiðslu
Tann fakligheit sum dygd
Á nógv í dag er bygt
Vit leita eftir virðum
Í vøggugávu-‘byrðu’
Nú tosa øll um HR
Man tað bara vera PR?
Um ikki hugburð rætta
Tú lítið gott vil frætta
Tann headhuntarin stóri
-Dan Meiland, sigur um stjóra
“Har einki við at gera
EQ’ið stórt skal vera”. *
-----------------------------
* EQ (Emotional Intelligence)
Um ikki evni ríku
at síggja stórt í ólíku
Hasard við sálir spælir
og mannalagnur kæru
Tað poppar upp sum froskar
orð og virðir tómir flosklar
Tá fjalir seg essensur
HR – tí ‘blørukonsistensur’
Tað er tí mín áheitan
eftir rætta fólki leita
Annað er bara bluff
Sum at pissa í buksurnar –huff huff
Tað gevur løtuvinning
tá eingin samanspinning
av lívsvísdómi og ‘gestum’
við kreativum kreftum
Løtur gamlar leiti upp
minnist Rip og Rap og Rup
Í Disney verð at kyrja
teir tíðum Gearløs spyrja ?
Mín vón um framtíð fróa
og starvs- og lívsdygd góða
“Lat arbeiðsfólkið tosa,
liva, skapa og so brosa”.
------------------------------
PS: Inspirering, involvering og informering = motivering (motivatión) kensluligur ‘intelligence’