Sosialir miðlar sum Facebook, Messanger, Snapchat og Instagram eru í støðugari kapping um brúkarar, og miðlarnir brúka eisini hugskot hjá hvørjum øðrum til at vinna sær fyrimun.
Í summar gav Instagram sínum brúkarum eina Snapchat-líknandi tænastu við sonevndu Instagram Stories. Hetta eru myndir ella video, sum kunnu leggjast út í eitt døgn, og síðani hvørva tey. Nógv hildu, at hetta var at kopiera Snapchat.
Nú vísir tað seg, at Instragram hevur veruliga rakt seymin á høvdið, tí síðani Instagram kom við sínari tænastu, er vøksturin hjá Snapchat nógv minkaður.
Nú brúka heili 200 milliónir brúkarar Instamgram Stories, og harvið hevur tænastan eftir ongari tíð yvirhálað Snapchat, sum hevur umleið 160 milliónir brúkarar.