Integrasjónsvegleiðari til Útlendingastovuna

 

Útlendingastovan leitar eftir integrasjónsvegleiðara at vegleiða einstaklingar og familjur - har annar ella bæði eru tilflytarar - sum nýliga eru komin til landið. Talan er um eitt spennandi starv, har tú verður partur av at menna integrasjónsøkið í Føroyum.

 

Talan er um eitt fulltíðarstarv og verður at seta frá 1. november 2021 ella eftir nærri avtalu.

 

 

 

Um starvið

 

Sum integrasjónsvegleiðari ert tú við í arbeiðinum at menna integrasjónstilgongdina í Føroyum. Arbeiðið fevnir um at vegleiða tilflytarar, soleiðis at teir koma væl inn í nærumhvørvið og at skapa og savna saman vitan og royndir á føroyska integrasjónsøkinum.

 

 

 

Sum integrasjónsvegleiðari fert tú at:

 

  • svara fyrispurningum og spurningum frá tilflytarum og familjum við tilflytarabakgrund
  • leiða tilflytarar til viðkomandi myndugleika og áhugapartar
  • gera tilfar um evni, sum hava við integrasjón at gera
  • samstarva við kommunurnar og ráðgeva myndugleikunum í samstarvi við integrasjónssamskiparan

 

Um teg

 

Tú ert útbúgvin sosialráðgevi ella hevur aðra viðkomandi útbúgving.

 

 

Vegleiðing av familjum krevur, at tú

 

  • hevur innlit í almennar tænastur
  • megnar at standa fyri fleiri tingum í senn og fylgja teimum upp
  • samskiftir og skrivar týðiliga bæði á enskum og føroyskum
  • hevur tvørmentanarligar royndir

 

Vit ímynda okkum tí, at tú

 

  • kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur royndir við at arbeiða við borgarum
  • ert opin fyri møguligum broytingum

 

Løn og setanartreytir

 

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sólvá Dam, deildarleiðara, tlf. 356048 ella tpost: [email protected]

 

 

 

Umsókn við prógvum, C.V., og møguligum viðmælum skal sendast Útlendingastovuni á info(at)utlendingastovan.fo. Merkið umsóknina „Integrasjónsvegleiðari‟

 

Umsóknir skulu vera Útlendingastovuni í hendi í seinasta lagi 22. september 2021 kl. 8.00