Hoyrdi akkurát, at 1700 fólk úr Rumenia, Filipsoyggjum og Póllandi komu til Føroya í 2022.. og tað er soooo, so viktigt at tey verða integrerað..ja ja,,....Skuldi byrja eitt skeið fyri útlendingar, 4 tímar um vikuna í 10 vikur, so gott hugskot, initiativ frá ferðavinnuni, ætlanin var klár, skeiðið skuldi byrja komandi mánadag.
MEN HVAT???
Tað er ikki lov at vera í Føroyum uttan tú arbeiðir fulla tíð, og vissi tú fert á skeið í føroyskum, so missir tú 4 tímar arbeiðstíð um vikuna í 10 vikur....eg meini tað!!!! tey hava ikki lov at fara á skeið, sum annars skuldi vera skræddaraseymað til teirra... kass komið í heilarnar ið stýra hesum viðurskiftum....!!!!!!
- Politikararnir siga, at tað er sera umráðandi, at fólk gerast partur av samfelagnum.
- Lógir eru sum forða fólki í at taka skeið í føroyskum.
Tvískinningur sum vanligt!
Bergljót av Skarði