Inter gjørdi arbeiðið

Inter spældi um vikuskiftið ímóti Lecce, sum liggur í niðara parti av stigatalvuni, og oddaliðið í Seriu A gjørdi sítt arbeiði til fulnar. Inter vann dystin 3-0. Svenskarin Zlatan Ibrahimovic legði Inter á odda. Veteranurin Luis Figo økti til 2-0, áðrenn Dejan Stankovic gjørdi tað til 3-0 10 minuttir fyri leiklok. Inter liggur á odda í Seriu A, og næsta vikuskiftið spæla teir oddadyst ímóti AC Milan.