Inter hevur keypt Crespo

Italska stórfelagið Inter hevur undirskrivað sáttmála við Hernan Crespo, sum er galdandi komandi tvey árini.

Inter fær Crespo uttan at rinda eitt oyra fyri hann, men samstundis hevur Chelsea tryggjað sær, at teir kunnu fáa Crespo aftur, aftan á komandi kappingarár, um teir meta, at tað er brúk fyri tí.
Hernan Crespo er argentini, men hevur ongantíð dult fyri, at hansara fótbóltshjarta liggur í Italia. Fyri trimum árum síðani keypti Chelsea hann frá júst Inter fyri 16,8 milliónir pund, men Hernan Crespo hevur allatíðina sagt, at hann heldur enn fegin vildi aftur til Italia at spæla fótbólt.
Í farnu viku fekk Hernan Crespo so italskan ríkisborgararætt, og í dag boðar Inter á heimasíðu síni frá, at teir hava fingið avtalu í lag við 31 ára gamla Hernan Crespo.