Inter vil hava Dirk Kuyt

Italska fótbóltsfelagið Inter hevur lagt eitt rættiliga gott boð fyri Dirk Kuyt. Enn er eingin semja gjørd við Liverpool um eina møguliga sølu.

Sum støðan er nú fer Samuel Eto'o at spæla fyri russiska fótbóltsfelagið Anzhi Makhachkala. Verður hesin handilin framdur, skal Inter útvega sær styrk til leikarahópin.

Ovast á listanum stendur eftir øllum at døma hálendingurin Kuyt, sum Inter vísir stóran áhuga fyri.

- Inter komið við einum sera góðum tilboði til Dirk, og tað umhugsar hann í løtuni. Men feløgini hava enn ikki tosað seg til sættis um ein handil, sigur agenturin Rob Jansen til RTV West.

Longu seinasta summar var Inter eftir Kuyt, beint sum teir høvdu sett Rafael Benitez sum venjara.

Tá noktaði Liverpool fyri at selja, og síðani tá hevur ein longt galdandi sáttmála við hálendingin.