Annika Olsen
Løgtingskvinna
---------
Nógv kjak hevur verið um lógaruppskotið um ítróttarvedding, sum varð lagt fyri Tingið fyrr í vár. Ein lóg, sum hevur til endamáls at tryggja pening til sjálvboðið arbeiði hjá eitt nú ISF, MBF og barna- og ungdómsarbeiði annars. Orsøkin til umrøðuna er tó ikki peningurin, ið skal fara til hesi limafeløg, men ein heimild til í kunngerð at seta forboð fyri ólógligar heimasíður fyri spøl á internetinum. Lat tað vera heilt greitt, at eg haldi ikki, at sensurur er ein gongd leið at fara. Vit liva í einum vesturlendskum landi við langari siðvenju við talu og skrivifrælsi, og skulu vit sjálvsagt liva upp til hetta aðalmálið. Somuleiðis liva vit í einum landi, har rættartrygdin eigur at vera í hásæti. Kalla tað sensur ella ei, so kann tað treyðugt so vera skilagott í heilt serligum førum at seta filtur á ávísar álógligar/kriminellar heimasíður til tess at verja brúkaran. Dømi um hetta kann, sum í hesum føri, vera ólóglig spøl ella í øðrum føri heimasíður, ið hýsa barnaporno. Fert tú inn á eina heimasíðu í dag, ið hýsir barnaporno, ert tú kriminellur/kriminell sambært okkara revsilóg. Tað er komið fyri, at børn og vaksin av misgávum eru komin inn á slíkar siður og hetta beinleiðis ólógligt og revsivert.
Viðvíkjandi spølum á internetinum eru tað mong, ið eru komin í stórar trupulleikar og mist heilt nógvar pengar (ikki tí, tað ger man sum oftast, tá man spælir), men orsaka av, at spælt hevur verið á heimasíðum, har ongin trygd er fyri, at pengarnir fara til tað endamál, peningurin sigst at fara til. Tað finnast tíverri spøl á netinum, har hvítvasking fer fram, ella har peningur fer til kriminellar bakmenn, uttan at brúkarin veit hetta, og at brúkarin hevur spælt fyri nógvar pengar uttan at hava havt ein veruligan møguleika fyri vinningi. Sum sagt legði lógin um ítróttarvedding upp til eina heimild til landsstýrismannin í innlendismálum at gera eina kunngerð til tess at kunna seta forboð fyri at spæla á ólógligum heimasíðum, og tað var fyrst og fremst í hesum andanum, at lógarheimildin skuldi skiljast og ikki bert at tryggja ítróttarvedding pening. Greitt er, at áðrenn ein tílík kunngerð yvirhøvur kundi setast í gildi, eru tað nógv viðurskifti av tekniskum slag, ið skuldu greinast, og tískil varð tað neyvan ein kunngerð, ið fór at verða sett í gildi í nærmastu framtíð. Talan kundi t.d. verið í staðin fyri heilt forboð, at ein ávaring kom fram á heimasíðuna um, at man sum brúkari eigur at ansa sær at brúka pening á hesari síðu. Men um tað kann sissa borgarar, sum nú eru bangnir fyri at hava mist teirra spælifrælsi á netinum, er at siga, at hendan lógarheimildin varð tikin úr uppskotinum, eftir at lógin hevði verið í rættarnevndini, og er nú lógin endaliga samtykt í løgtinginum. Tað verða sostatt ongi forboð, filtur ella ávaringar sett á spøl á internetinum yvirhøvur. Tað hevði tó verið ynskiligt, at verturin í útvarpssendingini “Álvaratos” ikki sensureraði hesi viðurskifti, men greiddi Føroya fólki frá hesum í sending sínari fríggjadagin.