Internet-Sosialurin: Um nakrar fáar dagar er Óli Breckmann úti av spælinum

­ Eg skilji væl, at tað, sum Óli Breckmann sigur, fær fólk at halda, at hetta er ein ráðagerð ímóti fiskimonnum. Men so mugu fólk eisini skilja, at tað ger ikki mun, hvat Óli heldur, tí um eina viku er hann heilt úti av spælinum

­ Hatta hoyrdi ikki heima á Fólkatingi. Men annars ger tað ikki mun, hvat Óli Breckmann sigur, og, hvar hann sigur tað.

Tað hevur ikki rørt formannin í Fiskimannafelagnum, Óla Jacobsen, stórvegis, at navni hansara, við eftirnavninum Breckmann, boðaði frá á Fólkatingi hósdagin, at hýrurnar hjá fiskimonnum skuldu lækka afturfyri skattalættan, teir nú fáa.

Í røðu síni gjørdi Óli Breckmann tað, sum mong fakfelagsfólk halda verða báði óhóskandi, og óviðkomandi: Hann dróg sáttmálaviðurskifti ímillum tveir partar á føroyska arbeiðsmarknaðinum niður á Fólkating.

Í fólkatingsrøðu síni nam føroyski fólkatingsmaðurin við ymisk viðurskifti í Føroyum, m.a. ætlaða skattalættan og segði, at hýrurnar skuldu lækka afturfyri skattalættan.


Óli ger ikki mun

Men hetta rørir ikki formannin í fiskimannafelagnum.

­ Hatta hoyrdi ikki heima á fólkatingsins røðarapalli. Men annars ger tað hvørki frá ella til, hvat Óli Breckmann heldur, sigur Óli Jacobsen.

Hann sigur, at hann skilir væl, at orðini hjá Óla Breckmann á Fólkatingi styrkja summi í trúnni uppá, at talan er um eina politiska ráðagerð ímóti fiskimonnum.

­ Men hetta er ein ráðagerð, sum ikki letur seg gera, sigur Óli Jacobsen.

Hann sigur, at Óli Breckmann, og aðrir fólkafloksmenn, kunnu halda hvat teir vilja um, hvussu gongdin í málinum skal vera frameftir. Tí teir fáa púra onga ávirkan á málið frá tí, at tað er avgreitt í tinginum.

­ Tá ið málið er avgreitt í tinginum, eru báði Óli Breckmann, og allir aðrir politikarar, heilt úti av spælinum.

­ Tí tá verður tað ein samráðingarspurningur ímillum tveir partar á arbeiðsmarknaðinum - reiðararnar og okkum og tað hava politikarar onki við at gera.

­ Og tann einasti, sum kann verða undir illgruna at kunna ávirka samráðingarnar politiskt, eri eg sjálvur.

­ Og eg eri bara ein av sjey samráðingarmonnum fyri Fiskimannafelagið, so tað nyttar onki, hvat eg sigi einsamallur.

Óli Jacobsen heldur annars, at táið Óli Breckmann førir fram, at hýrurnar eru ov høgar, má hann meina við ávísar yvirmannahýrur, tí ongin kann siga, at nakrir vanligir fiskimenn forvinna órímilga nógv

­ Men skulu tær niður, verður tað eitt mál ímillum yvirmannafeløgini og reiðararnar, og tað havi eg so slett onki við at gera, sigur Óli Jacobsen.