Tað er ikki óhugsandi, at tað fer at eydnast teldusníkum at sløkkja internetið leygardagin. Tað sigur danskur serfrøðingur.
Bólkurin av teldusníkum, sum kallar seg Anonymous, eru ímóti SOPA, ið er amerikanska útgávan av antipiratlógini ACTA. Bólkurin vil nú vísa sína ónøgd móti SOPA við at sløkkja internetið leygardagin. Hetta stendur at lesa á blogginum hjá teldusníkunum pastebin.com, veit danska dr.dk at siga.
Herferðin hevur fingið heitið Operation Global Backout, og á blogginum stendur millum annað hetta:
"Fyri at gera vart við okkara ónøgd móti SOPA (Stop Online Piracy Act), okkara ábyrgdarleysu leiðarum og bankafólki, sum lata allan heimin svølta fyri egna njóting, so vilja vit í Anonymous leggja internetið niður leygardagin 31. marts", stendur á blogginum hjá bólkinum.
Aðrar tílíkar herferðir hjá bólkinum eru fyrr eydnaðar, til dømis hava limir í bólkinum sníkt seg inn á PayPal og Wikileaks.
Hóttanirnar hjá Anonymous skulu takast í størsta álvara. Tað heldur Michael Dahl, sum hevur ábyrgd av donsku og norðurlendska partinum av fyritøkuni F-Secure, sum mennir og selur antivirusprogramm.
- Hetta er ein rættiliga ambitiøs ætlan. Men hesa hóttanirnar skulu takast í álvara. Bólkurin hevur áður víst, at hann kann gera ymiskt, sum eingin helt verða møguligt, eitt nú at sníkja seg inn á heimasíður hjá stórum fyritøkum sum til dømis Sony, sigur Michael Dahl.