Internetkappingin heldur fram

TÍÐINDASKRIV frá Amnesty International

Vinnararnir frá fyrsta umfari eru funnir. Røttu svarini og vinnaranøvnini síggjast á heimasíðuni. Stórur áhugi hevur verið fyri kappingini higartil, umleið 1.500 fólk hava sæð síðurnar seinastu tvær vikurnar.
Annað umfar av kappingini er longu byrjað. Vinningar: Fløga og gávukort. Freistin at svara er 21. november.
Ísrael/Hersettu økini: IDF framdi krígsbrotsverk
Tað finnast greið prógv fyri at ísraelski herurin, IDF, framdi krígsbrotsverk í Jenin og Nablus í mars/ apríl í ár. Tað sigur Amnety í frágreiðingini "Shielded from scrutiny: IDF violations in Jenin and Nablus" sum varð almannakunngjørd 4. november: Frágreiðingin skjalprógvar álvarslig brot á mannarættindini, sum IDF hevur ábyrgdina av. Talan er um avrættingar uttan rættargongd, píning og ringa viðferð av fangum, sjúkrabilar, sum vóru forðaðir í at koma fram til neyðstødd og um niðurbróting av húsum í hundraðatali, eisini meðan fólk vóru inni í húsunum.
Ísrael hevur rætt at verja seg móti ólógligum harðskapi, men má halda seg innan karmarnar av fólkrættinum. Higartil hevur Ísrael ikki megnað hetta og ikki megnað at sett tey, sum hava ábyrgdina av brotunum til svars. Á einum fundi við IDF í mai legði Amnesty tey málini fram, sum eru við í frágreiðingini og bað um at fáa teirra viðmerkingar. Higartil er einki svar komið.
Kina: 46 avrættningar uppá tveir dagar
Mikudagin í farnu viku vóru 29 fólk avrættaði á Hainanoynni í Kina og onnur 17 vóru avrættað fríggjadagin í Pingdingshan í Henanlandslutinum. Hetta vísir klárt manglandi virðingina hjá kinesisku stjórnini fyri mannarættindunum, sigur Amnesty í einum tíðindaskrivi í dag. Avrættningarnar skulu síggjast í ljósinum v krøvunum hjá myndugleikunum at sláa hart niður á lógarbrot. Krøv um enn strangari tiltøk vóru sett fram á 16. floksfundinum, sum verður fríggjadagin. Amnesty heitir inniliga á kinesisku stjórnina um beinanvegin at steðga øllum avrættingum og steðga við fleiri deyðadómum.