Um middagsleitið hava fólk lagt til merkis, at internetsambandið ikki hevur verið, sum tað eigur at vera, og nú boðar Føroya Tele frá, at trupulleikar eru við netinum. Føroya Tele sigur, at internetsambandið út í heim er óstøðugt í løtuni.
- Arbeitt verður við at finna fram til, hvør orsøkin er, og brekið verður rættað skjótast tilber.
Føroya Tele leggur aftrat, at kunnað verður nærri so skjótt, tey vita meiri at siga um netsambandið.
...
Seinasta nýggja frá Føroya Tele er nú, at internetsambandið er komið aftur í rættlag.