Internettænastur spríkja upp

Mongdin av føroyskum internettænastum veksur støðugt, sum fleiri fáa eyguni upp fyri vinnumøguleikunum á netinum. Seinasta skotið á himlinum er virkisskráin www.gulu.fo

So hvørt sum fleiri brúkarar fáa atgongd til internetið, veksur møguleikin fyri at reka vinnu á sjálvum netinum. Í Føroyum hava einstaklingar og virkir rættiliga fingið eyguni upp fyri nýggja marknaðinum, og bara higartil í ár eru fleiri átøk farin í gongd, ið stíla ímóti at gera nýtslu av hesum.

Fyri bara nøkrum mánaðum síðan var www.olivant.fo einasti sokallaði "portalurin" á netinum, men síðan tá hevur gamla leitimaskinan Leitel ment seg til ein rættiligan portal, eins og www.in.fo fyri stuttari tíð síðan kom á netið sum tann triðji føroyski portalurin.

Aðrar meira avmarkaðar føroyskar tænastur eru eisini komnar í hópatali, og seinasta skotið er virkisskráin www.gulu.fo hjá Føroya Tele og Menningarstovuni, sum stílar ímóti at hava skrásett umleið 2.200 virkir í skrá síni, tá hon alment byrjar 1. juli.

Sjálv skrásetingin er ókeypis fyri virkini, men harumframt ber til hjá virkjunum at keypa sær eina meira umfatandi skráseting. Til dømis ber til at fáa leinkju til heimasíðu ella e-post við í skrásetingina við at gjalda eyka fyri hetta.


Útlitini góð

Jens Pauli G. Nolsøe, er deildarleiðari á Teleforlagnum hjá Føroya Tele, ið hevur ábyrgdina av at reka og menna www.gulu.fo. Hann sigur, at møguleikar eru fyri, at tann íløgan, ið er løgd í tænastuna, er vunnin inn longu um eitt ár. Hvørjir framtíðarútlit tænastan hevur, er ilt at siga longu nú.

- Tað velst alt um hvussu tænastan verður brúkt og móttikin av brúkarunum, men enn vita vit einki um hvussu hon fer at verða vitjað, tí virkisskráin fer ikki rættiliga ígongd fyrr enn 1. juli, sigur Jens Pauli G. Nolsøe.

Umframt www.gulu.fo stendur Teleforlagið eisini fyri rakstrinum av www.nummar.fo og av Olivant portalinum. Virkisskráin og nummarveitarin eru greitt avmarkaðar tænastur, meðan portalurin helst skal vera so fjølbroyttur sum gjørligt.

Kapping er um brúkararnar millum teir tríggjar portalarnar, og tí ræður um at menna teir skjótt.

Ætlanin er at Olivant portalurin skal koma út í nýggjari útgávu komandi mánað, og tá er millum annað ætlanin at tað skal vera møguligt at síggja "Dag og Viku" hjá SvF. Í mars mánaði kom ein tíðindatænasta á Olivant, og síðan tá er talið á sokallaðum "hits" vaksið frá 8.000/9.000 til eini 14.000 "hit" um samdøgrið.

Nýggja virkisskráin hjá Føroya Tele og Menningarstovuni er neyvan tann seinasta stóra føroyska internettænastan. Graml er um fleiri aðrar ætlanir, sum helst fara at síggja dagsins ljós seinni í ár.HB-B71 1-0 (1-0)

1-0: Bárður Mortansson 23.


Dómari: Lassin Isaksen


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


B71:

Waldemar Nowicki ? Jógvan Jón Petersen, Ib Mohr Olsen, Bergleif Brimvík ? Høgni Hansen, Kári Nielsen, Eli Hentze, Julian Florescu, Jákup Lamhague ? Alex Nielsen, Michael Sørensen