iPad til tingfólk

Á fundi hjá formansskapinum í tinginum týsdagin er eitt av punktunum “reglugerð í samband við pappírsleyst løgting”.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur við in.fo, at ein partur av hesum er, at øll tingfólk í næstum fáa útflýggja hvør sín iPad, sum ætlandi skal avloysa stóran part av pappírinum, sum annars verður nýtt í tingarbeiðinum.

- Hetta er ikki nakað eindømi, og eitt nú havi eg skilt, at á Christiansborg hava tey spart úti við helminingum av pappírsnýtsluni, síðani tey byrjaðu at nýta teldlar í tingarbeiðinum. Her heima hava vit havt ein bólk við eini 4-5 tingfólkum, sum saman við umsitingini hava royndarkoyrt hetta, og nú er tíðin komin til at víðka hetta, so tað fevnir um alt løgtingið, sigur løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni. 

- Hetta setir tó eisini síni krøv, og tí er neyðugt við reglugerðum. Eitt nú skulu vit hava staðfest, hvat hendir við teldlinum, tá tú ikki longur ert tingfólk, ella hvussu skal farast fram, um ein iPad’ur brotnar. Trygdin er sjálvandi eisini eitt mál fyri seg, og talan er soleiðis um fleiri reglur, sum mugu skjalfestast og góðkennast, áðrenn vit seta ætlanina í verk, sigur Jógvan á Lakjuni.

- Hartil ber sjálvandi heldur ikki til at noyða tingfólk at nýta hetta amboð. Tað kann væl hugsast, at meðan yngri tingfólk skjótt taka við hesum, so eru vit kanska nøkur eldri, sum ikki eru eins skjót at venja. Og krevur eitt tingfólk at hava pappír at lesa og arbeiða við, so kann hetta sjálvandi ikki noktast.

- Nú er málið so á skránni hjá formansskapinum týsdagin, og helst er tað so, at umsitingin hevur gjørt uppskot um nakrar reglur, sum vit so viðgera, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.