OLJUMARKNAÐUR
Mánadagin stongdi Irak oljuleiðingina til turkiska havnarbýin Ceyhan, eftir at Saddam Hussein, forseti hevði boðað frá, at Irak fer at steðga sínum oljuútflutningi í 30 dagar fyri at trýsta USA til at noyða Ísrael at taka seg aftur úr teimum palestinsku økjunum.
Á altjóða oljumarknaðinum eru menn farnir at gita, um Iran og Libya fara at taka sama stig sum Irak. Andaligi leiðarin í Iran, ayatollah Ali Khaminei, hevur sagt, at tann styðjar iraksku avgerðina, men enn er ikki greitt, um tað merkir, at Iran fer at gera tað sama sum Irak.
Í seinastuni hevur Irak útflutt umleið tvær milliónir tunnur av olju um dagin. Tað svarar til umleið fýra prosent av heimshandlinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Irak hevur skrúvað kranarnar fyri. Saddam Hussein hevur fleiri ferðir skert iraksku oljuframleiðsluna, tá hann hevur verið misnøgdur við onkra avgerð hjá ST. Hesaferð nýtir hann oljuna sum politiskt vápn ímóti Ísrael og USA.
Ein talsmaður hjá OPEC-felagsskapinum segði mánakvøldið, at londini hava ongar ætlanir um at broyta verandi oljuframleiðslu, men irakska avgerðin hevði kortini so mikið stóra ávirkan, at leiðslan í OPEC gjørdi av at halda kreppufund ígjøgnum telefonina. Nær hann verður, er ikki greitt.
Prísurin upp
Serfrøðingar á altjóða oljumarknaðinum siga, at ófriðurin í Miðeystri og amerikanska hóttanin um álop á Irak gera, at oljuprísurin er einar fimm dollarar oman fyri tað, hann annars hevði verið. Tá marknaðirnir lótu aftur seinasta fríggjadag, var prísurin á norðsjóvaroljuni 26 dollarar fyri tunnuna, men eftir iraksku avgerðina fór hann upp á 27,3 dollarar mánadagin.
Summir serfrøðingar halda, at OPEC-londini kunnu økja sína framleiðslu so mikið, at tað kann avmarka príshækkingina, sum stendst av irakska steðginum. Men aðrir ivast í hesum. Teir vísa á, at tað eru bara Saudiarabia og Kuwait, sum hava nakað av tøkari framleiðsluorku, men at tað fer at taka tíð, áðrenn tey bæði londini kunnu økja framleiðsluna tvær milliónir tunnur um dagin.
Ímeðan hækkar oljuprísurin.