Irakar avdúka ólógligar vápnahandilsmenn

Í frágreiðingini, sum Irak hevur latið ST, eru eisini upplýsingar um útlendskar fyritøkur, sum hava selt landinum vápn.

Tað hevur vakt ans, at irakar nú kunngera, hvaðani teir hava fingið vápnini, sum teir hava kunnað keypt úr øðrum londum, sjálvt um ST hevur bannað allari vápnasølu til Irak.

Eygleiðarar siga, at hetta kann koma fleiri londum illa við - eisini londum, sum sita í trygdarráðnum hjá ST.

Higartil hevur trygdarráðið bert almannakunngjørt innihaldsyvirlitið í iraksku frágreiðingini, og har eru eingi nøvn á fyritøkum, sum hava selt teimum vápn. Diplomatiskar keldur á ST-høvuðsborgini í New York ivast kortini ikki í, at fyritøkurnar og londini eru nevnd við navni í sjálvari frágreiðingini.